Eldri gerðabøkur

Listafelag Føroya - úr elstu gerðabók Listafelagsins

 

 

 

 

 

 

Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn tann 23. mars í 1941. Felagið er við øðrum orðum eitt krígsbarn. Stovnararnir vóru fólk, sum vóru stødd í Danmark m.a. í útbúgvingarørindum og sum knappliga ikki sluppu heim til Føroya. Sambandið var kvett, tá ið týski herurin hertók Danmark tann 9. og bretski herurin Føroyar tann 25. apríl 1945.

 

 

 

Útlegd og útlegdarkenslur vóru kanska atvold til, at ein serligur tjóðskaparligur útisetahugburður mentist millum føroyingar í Danmark hesa tíðina. Víða hvar elvdi krígsstøðan til tjóðskaparligar hugsanir og tjóðskaparlig tiltøk, og endamálsorðingin hjá Listafelagnum er dømi um tað:

 

 

            at gera og nøra um eitt føroyskt listasavn við at keypa føroysk listaverk, sum nevndin        ætlar hava varandi virði.

 

 

 

Fundurin var hildin á sjúkrahúsinum í "De gamles By", sum bendir á, at tað var H. D. Joensen, sum hevði skipað fyri, tí í 1940-41 starvaðist hann har. Á stovnandi fundinum vóru fjúrtan fólk, og limirnir, sum vórðu teknaðir á fundinum, vóru 24 í tali, tíggju hjún eru uppskrivað í fundarbókina á tann hátt at maður stendur við fullum navni, men konan er í fleiri førum, sum siður var tá, nevnd frú og eftirnavnið á manninum. Glopp er millum “frú” og eftirnavnið sum um ætlanin hevur verið at seta fornavnið inn:

 

 

 

Úr gerðarbókini

  

 

 

Sigurd Joensen og frú Sigrid Joensen

Regin Dahl

Janus Øssurson og frú Øssurson

Kristjan Matras og frú Marianna Matras

H. D. Joensen og frú Lovisa Joensen

Leivur Lützen og frú E. M. Lützen

D. P. Danielsen

Erlendur Patursson og frú Morid Patursson

Jóannes Rasmussen

Hanus Vang og frú Vang

Jakob Højgaard og frú Højgaard

Olaf Petersen og frú Petersen

 

 

 

Eisini tvey feløg teknaðu seg sum limir beinanvegin. Tey vóru Hitt føroyska studentafelagið og Føroyingafelag í Keypmannahavn.

            Fyrsta nevndin í felagnum taldi Sigrid Joensen, Olaf Petersen, Leiv Lützen, Regin Dahl og H. D. Joensen umframt D. P. Danielsen og Erlend Patursson, sum vóru roknskapargransk­arar, t.e. grannskoðarar. Nevndin skipaði seg við H. D. Joensen sum formanni, Sigrid Joensen sum næstformanni, Leivi Lützen sum kassameistara og Regini Dahl sum ársritstjóra.

 

 

 

Framsýningar

Felagið fór alt fyri eitt undir at stíla fyri framsýningum í Keypamannahavn, tað keypti myndir og fekk myndir.

Í mai mánaði stovningarárið keypti felagið fyrstu myndirnar á eini framsýning í Det kongelige danske Haveselskab við verkum eftir Sámal Joensen Mikines og Janus Kamban. Myndirnar, sum felagið keypti vóru "Mikines bygd" eftir Mikines og "Manshøvur" eftir Janus Kamban og tær kostaðu 500 kr. hvørt.

Í september 1941 skipaði felagið fyri fyrstu framsýning síni inni hjá Janusi Kamban við Nørrebrogade. Átta listafólk sýndu fram, fýra menn og fýra kvinnur: Gudmundur Hentze, Ingolf Jacobsen, Bodil Jensen, S. J. Mikines, Bergithe Johannessen, Janus Kamban, Elinborg Lützen og Ruth Smith.

 

 

 

Undirtøkan var góð, stendur í gerðabókini, og tað "mesta av tí, ið var til sølu, varð keypt". Listafelagið keypti eina mynd eftir Ingolf Jacobsen, sum hevði forkunnuga heitið "Úr ballettheiminum", og eina mynd av H. A. Djurhuus eftir Janus Kamban. Gerðabókin vísir til umrøðu í tíðarritinum Búgvanum nr. 17 í 1. árgangi 1941. Búgvin var eitt annað føroyingatiltak í Keypmanna­havn krígsárini:

Her fæst at síggja, hvat vit eiga av føroyskari list, tað er ikki gott at vita nær slíkur kansur kemur aftur. Og lagamanni at keypa hjá teimum, ið hava hug at pynta stovuna við verkunum hjá føroyskum listamonnum og við føroyskum evni.

 

 

 

            Við endan á fyrsta felgsárinum stendur í gerðabókini, at lítið var at siga um virksemið, og at ringasti vansin var tey ringu fíggjarviðurskiftini:

neyvan hevði felagið fingið nakað frá hond, hevði ikki kassameistarin verið so rúmligur við lánum til felagskassan. Limatalið er vaxið væl, er nú úti við 50. (...) Tá bardagin av aftur fjarðar, eru vónir til, at vit verða í minsta lagi 3 ferðir so nógvir.

           

Tað sæst á øllum brøgdum at nevndarlimirnir vóru eldhugaðir og strembaðu høgt. Hóast formaðurin ikki letur væl at, má kortini sigast, at tað er ikki einki longu fyrsta árið at keypa fimm listaverk, fáa eitt og skipa fyri eini framsýning við fleiri enn hundrað verkum.

 

 

 

 

 

 

Lesið meira um felagið í gerðabókunum, sum eru til skjals á heimasíðuni www.listafelag.fo/felagið/gerðabøkur.