Eykaaðalfundurin týsdagin tann 28. oktober 2008

 

 
Á ársaðalfundinum tann 16. august í ár, varð staðfest at neyðugt var við einum eykaaðalfundi seinni á árinum. Tískil hevur Listafelagið eykaaðalfund týsdagin tann 28. oktober kl. 16 í Listasavninum.

Ársaðalfundurin hjá Listafelagnum er almennur og øll eru vælkomin.

Lýst verður við hesum í miðlunum komandi dagarnar.