Listafelagið fer til Barcelona

Tilboð til limirnar í Listafelagnum: 1. apríl 2009

LISTAFERÐ TIL BARCELONA í desember


 




GreenGate Incoming bjóðar hotel mitt í býnum í nánd av La Rambla og Barri Gotic.

Í Barcelona fara vit m.a. at síggja søvnini hjá Pablo Picasso og Joan Miró og samtíðarlistasavnið Caixa Forum. Vit vitja La Sagrada Familia-kirkjuna, sum Antoni Gaudí hevur teknað og parkina Park Güell. Vit fara við bussi ella toki til Figueras, har vit vitjað savnið hjá Salvador Dali.

Kostnaður fyri alt hetta verður umleið 9.500,- kr. fyri hvønn á dupultkamari.


TEKNING OG DEPOSITUM

Tekning fer fram við at siga okkum frá hjá gongini@mac.com og gjalda depositum 1.000 kr. á konto hjá GreenGate Incoming í:

      Føroya Banka banka nr 6460 163.163.4 sum skjótast og í seinasta lagi tann 1. apríl.

      Tilskilið navn/nøvn og Listaferð til Barclona.    

Vinaliga nevndin

v. Malan Marnersdóttur

malanm@setur.fo   

www.listafelag.fo