Ólavsøkuframsýningin 2009 
LANDSLAG.FO/09
Avmyndan, Umskapan og Avskapan
- Hesi eru lyklaorðini á ársins Ólavsøkuframsýning.
Summi vilja vera við, at tann føroyska landslagslistin er fjølbroytt, slóðbrótandi, áhugaverd og frísklig, ímeðan onnur halda at hon eftirhondini er vorðin einsporað, óoriginal, nalvaskoðandi, keðilig, moðin og alt í verðini for siðbundin.
Sum myndaevni hevur landslagið í mong ættarlið verið høvuðseyðkennið hjá teirri føroysku listini - Ikki bert her heima hjá okkum sjálvum, men eisini uttanfyri landoddarnar. Men á ólavsøkuframsýningini í ár verður sjóneykan sett á hvat eitt landslag í veruleikanum er og hvat tað annars kann vera.
Granskað verður hvussu listalandslagið sær út í løtuni í føroyskari samtíðarlist tá "landslagið" verður tulkað í sínum breiðasta og mesta abstrakta týdningi.
Í einum speiskum tóna ber til at siga, at eitt landslag kann vera nógv meira enn bert ein bygd, eitt fjall og ein havsbrúgv.
Ólavsøkuframsýningin er ein sensurerað søluframsýning, sum øll listafólk eru vælkomin at senda inn verk til.
Verkini skulu vera innkomin á Listasavnið, oman Viðarlund, í seinasta lagi tann 15. juli. Listafelagið setur eina úrtøkunevnd, sum setur framsýningina saman burtur úr innkomnu verkunum.
Listafelag Føroya
