Søga felagsins 
Mestsum øll tey ungu listafólkini av tí fyrsta ættarliðinum, ið fingu sær útbúgving á kunstakademinum í Keypmannahavn, eisini S. J-Mikines, Føroya fyrsti professionelli listamálari, vóru stødd í Keypmannahavn, tá ið Danmark í 1940 varð hersett og alt samband við Føroyar kvett.
S.J. Mikines
Føroyskir studentar og aðrir útisetar í stórbýnum stovnaðu í 1941 Listafelag Føroya við tí endamáli at stuðla hesi nýggju listagrein, myndlistini. Eftir kríggið fluttu listafólkini til Føroya, somuleiðis Listafelagið, ið fekk stóran týdning fyri tað myndlistarliga umhvørvi, ið vaks fram í høvuðsstaðnum í 1950árunum.
Listaskálin
Í 1948 setti Føroya Løgting eftir áheitan frá Listafelagnum á stovn Alment føroyskt Listasavn. Við stuðli frá mongum góðum kreftum, m.a. Jákup Dahl, heilsøgumaður úr Vági, bygdi Listafelagið framsýningarhúsið Listaskálan, ið læt upp í 1970. Í 1989 vórðu almenna føroyska listasavnið, listasavnið hjá Listafelagnum og Listaskálin samskipað í Listasavn Føroya.