Grafisk bløð til limirnar 
Listafelag hevur fingið loyvi at endurprenta tveir linoliumsskurðir hjá
Janusi Kamban: Starasvambl og Tinganes brennur. Harafturat hevur Jóna
Rasmussen gjørt tvey koparprent Vetrarbeiti og Vetrarmorgun.
Við myndunum fylgir váttan fyri uppruna.
Prentini kosta 500 kr hvørt.
Gjaldið á konto hjá Listafelagnum í Eik banka 9181 795.068.5 og farið eftir tí á Listasavninum.
Postsending
Tey, sum vilja hava myndina senda, mugu leggja 20 kr. afturat fyri postgjald.
Minst til at tilskila navn, bústað og hvørja mynd tit vilja hava.
Janus kamban - Starasvambl
Janus Kamban - Tinganes brennur
Jóna Rasmussen - Vetrarbeiti
Jóna Rasmussen - Vetrarmorgun