Eitt satt listaligt vikuskifti

Hetta verður eitt satt listaligt vikuskifti við tiltøkum bæði í dag og sunnudagin.

Í dag lata tvær framsýningar upp, sum felagið stílar fyri. Í Klaksvík
letur framsýningin við Sámali Blak upp í Leikalund og á Býarbókasavninum
í Havn byrjar framsýning við myndum hjá Jón Sonna Jensen. Hetta eru tær
báðar seinastu framsýningar í røðini Fimm framfús listafólk, sum felagið
hevur skipað fyri í sambandi við 70 árahald felgasins.

Sunnudagin 4. desember er jólafyrilestur í Listasavninum kl. 15.
Nils Ohrt heldur fyrilestur um jólamyndir í listini: Pieter Brueghel
hin eldri (uml. 1527-69): Koman til Bethlehem.

Atgongumerki 100 kr.
Listafelagslimir 50 kr.