Fríggjadagin 2. desembur Sámal Blak í Leikalund í Klaksvík

Fríggjadagin 2. desembur letur fjórða framsýningin hjá Listafelagnum í sambandi við 70 ára dagin upp í Leikalund í Klaksvík. Tað er Sámal Blak, sum sýnir fram.

Við á framsýningini eru oljumálningar og vatnlitsmyndir
Listamaðurin Sámal Blak er føddur í 1983 í Tórshavn. Hann býr í Onglandi.

Sámal Blak er scenografur og sniðgevur bæði pallmyndir og búnar eina mest til opera og sjónleik. Hann arbeiðir við verkætlanum í altjóða høpi.

Hann hevur útbúgving frá Central Saint Martins Collegeof Art and Design, London á linjuni Design for Performance. Eftir lokna útbúgving vann hann í 2009 viðurkenda Linbury Prize fyri pallmyndir til operuna Othello eftir Verdi.

Sámal málar, teknar og myndhøggur. Hann hevur havt fleiri framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.

Sámal Blak fekk í 2007 gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri ung listafólk.

Hetta er fjórða av teimum fimm framsýningunum, sum Listafelag Føroya skipar fyri í sambandi við, at tað eru 70 ár síðani felagið varð stovnað. Talan eru um fimm einframsýningar, sum byrja í Havn og síðani fara til Klaksvíkar og Tvøroyrar. Til tess at gera vart við virksemið hjá felagnum hesi mongu ár og gera tað á ein hátt, sum er til frama fyri list og listaáhugað í landinum verða framsýningarnar um alt landið.

Ungu og framfýsnu listafólkini eru: Annika á Lofti, Heiðrik á Heygum, Marianna Mørkøre, Sámal Blak og Jón Sonni Jensen.