Fyrilesturin er um Brúdleypið hjá Arnolfini

Leygardagin 12. mai kl. 15 heldur Nils Ohrt savnsleiðari fyrilestur í Listasavni Føroya, sum part av røðini Meistaraverk í heimslistini.

Fyrilesturin er um Brúdleypið hjá Arnolfini eftir Jan van Eyck, 1434. Fyrilesturin fer fram í sjónvarpsstovuni í savninum.