Jón Sonna Jensen á Býarbókasavninum í Havn

Fríggjadagin kl. 16.00 letur framsýning við Jón Sonna Jensen upp á Býarbókasavninum í Havn.

Framsýningina kallar hann “Internus/Externus”.

Hetta er tann seinasta av teimum fimm framsýningunum í ár, sum Listafelagið hevur skipað fyri í sambandi við, at tað eru 70 ár síðani felagið varð stovnað. Talan hevur verið um fimm einframsýningar, sum eru byrjaðar í Havn og síðani eru farnar til Klaksvíkar og Tvøroyrar.

Ungu og framfýsnu listafólkini hava verið:

Annika á Lofti, Heiðrik á Heygum, Marianna Mørkøre, Sámal Blak og Jón Sonni Jensen.

Jón Sonni Jensen: Internus/Externus
23 ára gamli vestmenningurin lesur BA Fine Art á seinasta ári á Norwich University College of the Arts í Onglandi.

Í løtuni hevur Jón Sonni menniskjakroppin sum evni, og arbeiður við tí sum er undir húðini, og tí sum vit ikki síggja við berum eygum. Avmyndan hansara av mannakroppinum hevur støði í læknavísindum og mikrolívfrøði. Í hesum sambandi brúkar hann fleiri ymisk læknavísindaliga tøkni, ástøði og ymsar mannagongdir. Henda tøknin tykist alsamt at broyta hvussu menniskjan og hvussu samleiki hennara verður ímyndað.

Jón Sonni eri farin at arbeiða nógv við skulpturi, myndatøku og sjónbandalist síðan hann byrjaði at lesa myndlist í Onglandi. Yndistilfar hansara er gummi og latex, tí tey eftir hansara tykki hóska best til at bera fram tað, sum hann vil siga.

Umframt myndlist tekst Jón Sonni eisini við at mótamyndatøku, myndprýða barnabøkur og við innandura sniðgeving.