Jón Sonni Jensen – FIMM FRAMFÚS LISTAFÓLK

News 05

Hetta er seinasta av teimum fimm framsýningunum í ár, sum Listafelag Føroya skipar fyri í sambandi við at tað eru 70 ár síðani felagið varð stovnað. Talan eru um fimm einfram­sýningar, sum byrja í Havn og fara til Klaksvíkar og Tvøroyrar. Til tess at gera vart við virksemið hjá felagnum hesi mongu ár og gera tað á ein hátt, sum er til frama fyri list og listaáhugað í landinum verða framsýn­ingarnar um alt landið.

Ungu og framfýsnu listafólkini eru:

Annika á Lofti– byrjaði í Havn í februar, í Klaksvíkar í mars og á Tvøroyri í apríl.
Heiðrik á Heygum– byrjaði í Havn í apríl, í Klaksvíkar í mai og á Tvøroyri í juni.
Marianna Mørkøre– byrjaði í Havn juni, í Klaksvíkar í juli og august.
Sámal Blak– byrjar í Havn í oktober, í Klaksvíkar í november og á Tvøroyri í desember.
Jón Sonni Jensen– byrjar í Havn í desember, 2012 í Klaksvík, í januar og á Tvøroyri í februar.
Jón Sonni Jensen: Internus/Externus
23 ára gamli vestmenningurin lesur í løtuni BA Fine Art á triðja og seinasta árið á Norwich University College of the Arts í Onglandi.

Í løtuni viðger Jón Sonni menniskjakroppin sum evni, men arbeiður við tí sum liggur undir húðini, og tí sum vit ikki síggja við berum eygum. Hansara avmyndan av mannakroppinum tekur nevniliga støði í altjóða læknavísund og mikrolívfrøði. Í hesum sambandi leggur hann serligan dent á ymisk ástøði og framgongdir innan læknavísundaligari tøkni. Tøkni, sum alsamt tykjist at broyta hvussu menniskjan verður ímyndað og hvussu vitanin um samleika hennara broytist í heilum.

Jón Sonni eri farin at arbeiða nógv við skulptur, myndatøku og sjónbandalist síðan hann byrjaði at lesa myndlist í Onglandi, og hansara yndistilfør eru gummi og latex, hesi tí tey, eftir hansara tykki, eru best í til at bera fram tað, sum hann vil siga við list síni.

Umframt myndlist sína tekst Jón Sonni eisini við at myndprýða barnabøkur, mótamyndatøku og innandurað sniðgeving.

Samband

T-postur: jonamadurin_17@hotmail.com

Heimasíða: http://jonsonnijensen.tumblr.com/

CV

Bólkaframsýningar2011

‘ Ólavsøkuframsýningin 2011’, Listaskálin, Tórshavn, FO
‘ Encounters 2011’, Sainsbury Centre for Visual Arts, Norwich, UK
‘ Young Norwich Contemporaries’, St. Margaret’s Church Hall, Norwich, UK
‘ Babel’, Stew Gallery, Norwich, UK
‘ Development 7’, Student Gallery í Norwich University College of the Arts, Norwich, UK
‘British Art Medal Society Student Medal Project Exhibition 2011’, School of Jewellery, Birmingham Institute of Art &Design, Birmingham, UK
‘ Erotique’, Student Gallery í Norwich University College of the Arts, Norwich, UK

2010

‘ Celebration of Drawing’, Playhouse Café, Norwich, UK
‘ TOYBIL – tiðnar – tánar – ornar – bráðnar’, Listaskálin, Tórshavn, FO
‘ BA Fine Art Year 1 – End of year show’, Student Gallery í Norwich University College of the Arts, Norwich, UK

2009

‘ Landslag.fo/2009’, Listaskálin, Tórshavn, FO
‘ Talgild list’, Doktarahúsini, Fuglafjørður, FO

2008

‘ Bátastevnuframsýningin 2008, Staðið, Vestmanna, FO

2007

Torgið í SMS, Tórshavn, FO
Gallarí Snarskivan, Tórshavn, FO
‘ Slóarblóð’, Listaskálin, Tórshavn, FO
Einaframsýningar
2011

‘ Replaced’, Student Gallery í Norwich University College of the Arts, Norwich, UK

2008

‘ Ringrás’, Umborð á Smyrli, FO
‘ Ræðsla’, Fjørðukrógvin, Vestmanna, FO
Ferðandi einaframsýningar
2011 – 2012

Fimm framfús listafólk: ‘Internus/Externus’Dec. 2011, Býarbókasavnið, Jan. 2012, Leikalund, Feb. 2012, Oyggin, Tórshavn/Klaksvík/Tvøroyri, FO
Fyriskipan
2008

‘ Bátastevnuframsýningin 2008’, Staðið, Vestmanna, FO
Goldin størv
Innandura og uttandura sniðgeving:

2007-2011 Ungdómshusið ‘Staðið’, Vestmanna, FO

Barnasøgu myndprýðing:

2010

‘ Vitjan á bygd’ – Stuttsøga í ‘Mín Jólabók 2010’
‘ Klokkan Ringir’ – Stuttsøga í ‘Mín Jólabók 2010’

2009

‘ Uglan Una’ – bók
‘ Vinni Vespa’ – bók
‘ Sjúrður og dvørgamoyð’ – Stuttsøga í ‘Mín Jólabók 2009’
‘ Hundanstíð’ – Stuttsøga í ‘Mín Jólabók 2009’
‘ Ongin inni’ – Stuttsøga í ‘Mín Jólabók 2009’
‘ Vit eru ikki vinkonur’ – Stuttsøga í ‘Mín Jólabók 2009’
Bloggar
2011

‘ Nútímans avmyndan av mannakroppinum’
http://www.roddin.fo/?p=6502
‘ Marc Quinn – List ella merkisvøra?’
http://www.roddin.fo/?p=1973
‘Stendhal-syndromið – List hevur ongantíð fingið meg at svíma, hvat við tær?’
http://www.roddin.fo/?p=12716

Framsýning Jón Sonni Jensen“Internus/Externus”

1 Inspectio I(2011) Talgilt prent á glaru, Aluminium 1500mm x 140mm 3.000 kr
2 Inspectio II(2011) Talgilt prent á glaru, Aluminium 1500mm x 140mm 3.000 kr
3 Inspectio III(2011) Talgilt prent á glaru, Aluminium 1500mm x 140mm 3.000 kr
4 Scrutans Corpus Canalis I(2011) Talgit prent á pappír A4 700 kr
5 Morbi Bibendum I(2011) Talgilt prent á pappír A4 700 kr
6 Ipsum(2011) Video Ikki til sølu
7 Scrutans Corpus Canalis II(2011) Talgilt prent á pappír A4 700 kr
8 Morbi Bibendum II(2011) Talgilt prent á pappír A4 700 kr
9 Movit Cor(2010) Akryl- og spraymáling á lørift 400mm x 400mm 3.600 kr
10 Remota Hepatis(2011) Akryl- og spraymáling á lørift 500mm x 500mm 4.500 kr
11 Costa Cavea(2010) Akryl- og spraymáling á lørift, Gummi listar, Seymir 900mm x 900mm 10.000 kr
12 Terga Caesa Iecur Cutis(2010-2011) Akryl- og spraymáling á lørift, plastikk, Egg 900mm x 900mm 9.000 kr
13 Organum(2011) Latex, Polyuretan skúm, Ull, Bummull, Polyuretan lakk 7.000 kr
14 Blastocyst(2011) Latex, Polyuretan skúm, sandur, Akrylmáling, Fruktlitur, Tráður, Polyuretan lakk 9.000 kr
15 Caulis Cell(2011) Latex, Polyuretan skúm, Hítir, Akrylmáling, Fruktlitir, Sikaflex, BBQ pinnar, Polyuretan lakk

8.000 kr

Býarbókasavnið fegnast um at hava fingið heiðurin at hýsa listaframsýningini hjá Jón Sonna Jensen, ið er partur av FIMM FRAMFÚS LISTAFÓLK hjá Listafelag Føroya. Hetta stuðlar undir, at bókasavninum vil verða ein sjónligari og fjølbroyttari mentanar- og vitanardepil. Í løt­uni verður arbeitt við, hvussu hetta mál kann verða framt í verki, og hvat ítøkiligt virksemi bókasavnið skal leggja dent á í framtíðini. Hóast bókin og serliga teksturin altíð fara at verða í miðdepli á bókasavninum, so vil bókasavnið arbeiða við mentan og vitan í breiðari merking. Tískil kann væntast, at regluligar framsýningar verða ein sjálvsagdur partur av framtíðar virk­seminum á Býarbókasavninum.