Kvinnudagsframsýning í Gallarí Havnará

332071703 1274807826720302 5823556364050462808 N
Gallerí Havnará

Á kvinnudegnum 8. mars skipar Gallarí Havnará aftur fyri árligu Kvinnudags framsýningini. Gallaríið lat upp tíðliga í fjør, og gjørdu beinanvegin av, at á 8. mars skuldu kvinnulist setast í fokus.

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum Jana Johansdóttir, Silja Eystberg, Helena Dam og Rannvá Holm Mortensen hava hvør í sær sítt egna sterka listarliga úttrykk.

Framsýningin letur upp 8, mars kl. l 17.00, og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars.

Til ferniseringina fer Armgarð Arge at halda røðu, Ránnva Holm Mortensen fer at lesa egnar yrkingar og Marius Ziska syngur nøkur løg.