Nils Ohrt bjóðar øllum listaáhugaðum til fýra seminar

News 03

Í heyst bjóðar Nils Ohrt, stjóri í Listasavninum, øllum listaáhugaðum

til fýra seminar um framsýningina við Per Arnoldi og um meistaraverk í

evropeiskari list.

Í steðginum verða ein drekkamunnur og heimabakað køka at fáa.

Atgongumerki 100 kr.
Listafelagslimir 50 kr.

Sunnudagin 9. oktober kl. 15-17:

Meistaraverk í evropeiskari list: Giotto í Arena-kapellinum.

Sunnudagin 6. november kl. 15-17:

Meistaraverk í evropeiskari list: Caravaggio í Cerasi-kapellinum.

Sunnudagin 4. december kl. 15-16:

Jólamyndir í listini: Pieter Brueghel hin eldri: Koman til Bethlehem.