ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN 2021 “GRØN ERU GRÁ HÚS”

Ólavsøkuframsýningin, sum Listafelagið skipar fyri, verður aftur í ár á Listasavni Føroya 28. JULI TIL 22. AUGUST 2021


Øll eru vælkomin at senda verk inn og allar listagreinar hava áhuga.


Framsýningin ber heitið ”Grøn eru grá hús”, sum er setningur tikin úr teksti hjá Karsten Hoydal.
Ingálvur av Reyni bað Karsten Hoydal skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru
broyttir nógv og Ingálvur av Reyni hevði funnið fram til sítt abstrakta ekspressiva myndamál. Ingálvur
vónaði at teksturin hjá Karsten Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið tey fóru at síggja á
framsýningini.
Listaverk hjá Ingálvi av Reyni verða snúningsdepilin um Ólavsøkuframsýningina 2021.
Hann var ein slóðbrótari og av stórum týdningi fyri listasøgu Føroya. Við síni longu leið og leitanini eftir
tí sanna í listini, hevur hann lagt eitt dygdargott og rúgvusmikið verk eftir seg, til gleði og íblástur fyri
listafólk mong ættarlið framyvir.
Við vón um at savna saman góða list og at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi á Ólavsøkuframsýningini 2021, verður heitt á listafólk um at senda inn.
Heilsan
Hansina Iversen, fyriskipari av Ólavsøkuframsýningini 2021

VEGLEIÐING TIL INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR:


HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR TIL ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGINA 2021?
Ein og hvør kann lata verk inn til metingar. Bæði einstaklingar og bólkar eru vælkomin at lata verk inn.
Fyriskiparin vil eisini sera fegin leggja dent á, at allar listagreinar hava áhuga!


NÆR ER FREIST AT LATA INN?
Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost. Hetta merkir við talgildari skjalprógvan av
verkunum. Freistin er hósdagin 1.juli 2021.Verk skula sendast til:
olavsokuframsyningin2021@gmail.com


HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?
Tað ber til at lata upp í 10 verk inn og tað skal viðmerkjast um fyriskiparin kann velja nøkur út, ella um
øll verk skula sýnast saman. Fyri hvørt verk skula minst tríggjar og í mesta lagi fimm myndir viðheftast,
og hesar skula vera av bæði heild og smálutum.
Talgild verk kunna eisini latast inn umvegis leinkju til heimasíðu ella líknandi.


HVUSSU VIÐ ELDRI VERKUM?
Verkini skula helst ikki vera eldri enn tvey ár.


HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?
Verkini skula latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki,
telefonnummari, teldupostadressu og nummari á verki. Harumframt skal eisini latast inn:
1) Ein greiður listi við nummari á hvørjum verki við tilhoyrandi heiti, árstali, stødd/longd, nøgd/upplagi,
tilfari, prísi og annars øðrum viðkomandi upplýsingum.
2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-posti. Skjalprógv/myndir skula vera av nóg høgari
góðsku so fyriskiparin ikki er í iva um, hvussu verkið sær út!


NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI?
Avgerðin hjá fyriskipara verður send út umvegis teldupostin, sum er sendur við verkunum. Svar verður
sent í seinasta lagi 7-10 dagar eftir innlatingarfreistina.


HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGING OG LÍKNANDI?
Fyriskiparin av Ólavsøkuframsýningini stendur fyri hesum og hevur fullan rætt at ráða yvir framsýningini og at hanga verk upp.


HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?
Listafólkið skal lata alla tekniska útgerð inn saman við verkunum. Set teg í samband við fyriskiparan
frammanundan um okkurt er.


NÆR OG HVAR SKULA ÚTVALD VERK LATAST INN?
Útvald verk skula latast fyriskiparanum á Listasavni Føroya, Gundadalsvegur 9, 100 Tórshavn
mikudagin 21. juli kl. 11-17. Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá
Listasavni Føroya.


HVUSSU ER VIÐ TRYGGING?
Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya.


UM EITT VERK VERÐUR SELT?
Verður eitt verk selt, so verður 25% av prísinum á verkinum latin til Listafelag Føroya. Tískil skal hetta
vera íroknað prísin, sum verður latin inn við verkunum. Peningurin verður útgoldin, tá keypari hevur
goldið upphæddina til Listafelag Føroya.


NÆR SKULU VERK AVHEINTAST?
Øll verk, seld og óseld, skula heintast á Listasavni Føroya, tá ið framsýningin letur aftur, tann 22.
august kl 17-19.

FRAMSÝNINGIN VERÐUR Á LISTASAVNI FØROYA FRÁ 28. JULI TIL 22. AUGUST 2021.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi Ólavsøkuframsýningini 2021 ert tú vælkomin at seta teg í samband
við fyriskiparan á telduposti: olavsokuframsyningin2021@gmail.com


DAGFESTINGAR AT HAVA Í HUGA:

tann 1. juli: talgild innlating av verkum

tann 21 juli: kl 11 -17: innlating av útvaldum verkum

tann 28. juli framsýningin letur upp kl. 15

tann 22. august: framsýningin letur aftur og verk skula heintast kl 17-19

SAMBAND:
Hansina Iversen
Telefon: 588576.
Teldupostur: olavsokuframsyningin2021@gmail.com