ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN 2025/OPEN CALL

Góðu Listaáhugað
Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýning á Listasavni Føroya.
Listafelag Føroya hevur í ár heitt á Tormóð Djurhuus um at skipa framsýningina.
Ólavsøkuframsýningin hevur síðan 1950 verið fastur táttur á Ólavsøku og er ein sera væl vitjað framsýning.
Eg vil heita á øll listaáhugað bæði roynd sum óroynd at senda verk inn til metingar.
Hetta gert tú við at senda mynd av tínum verkum á meyl : olavsoka2025@gmail.com viðmerk í yvirskriftteiginum : Ólavsøkuframsýningin2025 og viðmerk í meylinum : Heitið á verkunum, tøkni, árstal, stødd, prís, umframt navn, bústað og teldupostadressu.
Freistin at lata verk inn er mánadagin 14. juli 2025
Við listakvøðu
Tormóður Djurhuus