Stuðul úr Minnisgrunni Ruth Smith Nielsen listamálara

20231228 155256
Millum jól og nýggjár var lítil samkoma í Kambans Húsi, har Alda Mohr Eyðunardóttir fekk handa stuðul úr grunninum.
Alda Mohr Eyðunardóttir er spennandi listafólk, ið brýtur upp úr nýggju, hon fødd í 1997 og lesur á Skúlanum fyri Mediekunst á kongaliga Danska  Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hon er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað í síni list bæði tá hon tilevnar og tá hon endurgevur tekstil á annan hátt. Í heyst luttók hon í eini tvørfakligari lestrarætlan í New York. Alda hevur luttikið í fleir framsýningum bæði her heim og í Danmark, Íslandi og Finlandi.  Í 2021 hevði Alda sína fyrstu serframsýning í forhøllini í Listasavni.
Í 2020 fekk Alda gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum og í 2022 fekk hon virðislønina til ungt listafólk.
Minnisgrunnur Ruth Smith Nielsen listamálara
Ruth Smith 1913 – 1958
Í 1963 setti Poul Morell Nielsen, maður Ruth Smith, á stovn “Minnisgrunn Ruth Smith Nielsen listamálara”. Fæið í grunninum varð fingið til vega við at selja verk á minnisframsýningini í 1959.
Tað var Listafelag Føroya, sum skipaði fyri stórari minnisframsýning í Føroya Banka í Havn í 1959. Á framsýningini vóru 100 málningar, 24 vatnlitamyndir og nógvar tegningar.
Fæið í grunninum var 10.000 kr. Stýrið fyri grunnin, ið er nevndin í Listafelagnum, kann eina ferð um árið, lata rentuintøkurnar hjá grunninum sum útbúgvingarstuðul til yngri føroysk listafólk, soleiðis at kvinnulig listafólk hava forrættindi.
Nevndini er heimilað at lata árliga stuðulin uttan frammanundan at lýsa eftir umsóknum. Í nógv ár hevur lítil og ongin inntøka verið hjá grunninum og tískil ongin stuðul latin. Seinast grunnurin veitti stuðul var í 1977. Tá fingu listafólkini Sigrun Gunnarsdóttir, Eyðun av Reyni og Amariel Norðoy stuðul.
Á fundi 22. novembur 2023 avgjørdi stýrið fyri grunnin at biðja Løgmálaráðið um loyvi at strika grunnin og lata fæið í grunninum sum útbúgvingarstuðul sambært viðtøkunum. Hálvan desembur játtaði Løgmálaráðið hesi umbøn.
Nevndin hevur avgjørt at strikað grunnin og játta Aldu Mohr Eyðunardóttir fæið í grunninum í útbúgvingarstuðli. Fæið í grunninum er 81.321,36 kr.