Søga felagsins

Listafelagið verður stovnað
Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn tann 23. mars í 1941. Felagið er við øðrum orðum eitt krígsbarn. Stovnararnir vóru fólk, sum vóru stødd í Danmark m.a. í útbúgvingarørindum og sum knappliga ikki sluppu heim til Føroya. Sambandið var kvett, tá ið týski herurin hertók Danmark tann 9. apríl og bretski herurin Føroyar tann 13. apríl 1940.

Víða hvar elvdi krígsstøðan til tjóðskaparligar hugsanir og tjóðskaparlig tiltøk. Millum føroy­ingar í Danmark var henda tvingaða útlegd ein atvold til, at serligur tjóðskaparligur útisetahugburður mentist. Endamálsorðingin hjá Listafelagnum ber boð um nakað av hesum:

at gera og nøra um eitt føroyskt listasavn við at keypa føroysk listaverk, sum nevndin ætlar hava varandi virði.
Fundurin var hildin á sjúkrahúsinum í “De gamles By”, sum bendir á, at tað var H. D. Joensen, sum hevði skipað fyri, tí í 1940-41 starvaðist hann har. Á stovnandi fundinum vóru fjúrtan fólk, og limirnir, sum vórðu teknaðir á fundinum, vóru 24 í tali. Tíggju hjún eru uppskrivað í fundarbókina á tann hátt at maður stendur við fullum navni og konan í fleiri førum, sum siður var tá, er nevnd frú og eftirnavnið á manninum. Glopp er millum “frú” og eftirnavnið sum um ætlanin hevur verið at seta fornavnið inn:

Úr gerðarbókini
Sigurd Joensen og frú Sigrid Joensen
Regin Dahl
Janus Øssurson og frú Øssurson
Kristjan Matras og frú Marianna Matras
H. D. Joensen og frú Lovisa Joensen
Leivur Lützen og frú E. M. Lützen
D. P. Danielsen
Erlendur Patursson og frú Morid Patursson
Jóannes Rasmussen
Hanus Vang og frú Vang
Jakob Højgaard og frú Højgaard
Olaf Petersen og frú Petersen

Eisini tvey feløg teknaðu seg sum limir beinanvegin. Tey vóru Hitt føroyska studentafelagið og Føroyingafelag í Keypmannahavn.

Fyrsta nevndin í felagnum skipaði seg við H. D. Joensen sum formanni, Sigrid Joensen sum næstformanni, Leivi Lützen sum kassameistara og Regini Dahl sum ársritstjóra. Fimti nevndarlimurin var Olaf Petersen; D. P. Danielsen og Erlend Patursson vóru roknskapargransk­arar, t.e. grannskoðarar.

Framsýningar
Felagið fór alt fyri eitt undir at stíla fyri framsýningum í Keypamannahavn, tað keypti myndir og fekk myndir.

Í mai mánaði stovningarárið keypti felagið fyrstu myndirnar á eini framsýning í Det kongelige danske Haveselskab við verkum eftir Sámal Joensen Mikines og Janus Kamban. Myndirnar, sum felagið keypti, vóru “Mikines bygd” eftir Mikines og “Manshøvur” eftir Janus Kamban og tær kostaðu 500 kr. hvørt.

Í sama mánað fekk felagið eina mynd frá Ny Carlsberg Grunninum í gávu. Tað er myndin Várdagur: Skipini fara eftir S. J. Mikines. Í dag er hesin málningurin á Listasavninum eins og øll listaverkini, sum Listafelag hevur keypt.

Í september 1941 skipaði felagið fyri fyrstu framsýning síni inni hjá Janusi Kamban við Nørrebrogade. Átta listafólk sýndu fram, fýra menn og fýra kvinnur: Gudmundur Hentze, Ingolf Jacobsen, Bodil Jensen, S. J. Mikines, Bergithe Johannessen, Janus Kamban, Elinborg Lützen og Ruth Smith.

Undirtøkan var góð, stendur í gerðabókini, og tað “mesta av tí, ið var til sølu, varð keypt”. Listafelagið keypti eina mynd eftir Ingolf Jacobsen, sum hevði forkunnuga heitið “Úr ballettheiminum”, og eina mynd av H. A. Djurhuus eftir Janus Kamban. Gerðabókin vísir til umrøðu í tíðarritinum Búgvanumnr. 17 í 1. árgangi 1941. Búgvinvar eitt annað føroyingatiltak í Keypmanna­havn krígsárini:

Her fæst at síggja, hvat vit eiga av føroyskari list, tað er ikki gott at vita nær slíkur kansur kemur aftur. Og lagamanni at keypa hjá teimum, ið hava hug at pynta stovuna við verkunum hjá føroyskum listamonnum og við føroyskum evni.
Við endan á fyrsta felagsárinum stendur í gerðabókini, at lítið var at siga um virksemið, og at ringasti vansin var tey ringu fíggjarviðurskiftini:

neyvan hevði felagið fingið nakað frá hond, hevði ikki kassameistarin verið so rúmligur við lánum til felagskassan. Limatalið er vaxið væl, er nú úti við 50. (…) Tá bardagin av aftur fjarðar, eru vónir til, at vit verða í minsta lagi 3 ferðir so nógvir.
Tað sæst á øllum brøgdum at nevndarlimirnir vóru eldhugaðir og strembaðu høgt. Hóast formaðurin ikki letur væl at, má kortini sigast, at tað er ikki einki longu fyrsta árið at keypa fimm listaverk, fáa eitt og skipa fyri eini framsýning við fleiri enn hundrað verkum.

Lesið meira um felagið í gerðabókunum, sum eru til skjals:

Gerðabók 1941 - 1974 og Gerðabók 1974 - 1999